Útgivið
22. august 2022
Útgongur
4. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

Arbeiðsøki
Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur:

at røkta fiskin

at fóðra fiskin

at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur á alibrúkinum og á landstøðini

at vera við til útseting og tøku

at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna umframt vikuskiftisvakt uml. fjórðahvørt vikuskifti. Í tíðarskeiðum við nógvum arbeiðstrýsti skal yvirtíðararbeiði væntast.

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú røsk/raskur, álítandi og fleksibul. Tú tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í tættum samstarvi við hini í toyminum. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir á sjónum, og um tú hevur hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

Vit bjóða
Tú fært eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn er samsvarandi galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri alarar.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan M. Dam, formann, á tel. 23 51 48 ella við telduposti joda@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri

Umsóknarfreist
Starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 4. september 2022.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið