Arbeiðs- og brunaeftirliti
Útgivið
20. maj 2022
Útgongur
19. juni 2022
Staður
Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og praktiskt hugaðum fulltrúa til at umsita ein breiðan hóp av uppgávum á stovninum.

Um starvið
Talan er um eitt fakliga áhugavert og avbjóðandi starv, har  fært møguleika fyri at geva títt íkast til at betra um trygdina føroyska samfelagnum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • at avgreiða og umsita loyvir, løggildingar og váttanir
  • at samskipa innanhýsis verkætlanir,  menna kjarnuvirksemið hjá stovninum
  • at vera við í arbeiðinum at effektivisera myndugleikavirksemið hjá stovninum
  • at savna og arbeiða við dátum frá eftirlitum og óhappum v.m.
  • at standa fyri ymiskum kanningum innan arbeiðsumhvørvi

Harumframt kemur  at arbeiða við øðrum fyrifallandi uppgávum.

Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit vænta, at  hevur viðkomandi útbúgving á masterstøði  t.d. stjórnmálafrøðingur ella líknandi.

Í starvinum er neyðugt at  dugir:

  • at síggja praktiskar loysnir
  • at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • at fasthalda yvirlitið
  • at arbeiða miðvíst
  • at arbeiða saman við ymiskum fakbólkum
  • at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilligan á norðurlendskum og enskum máli
  • at nýta vanliga KT (Office 365, Word, Excel, Outlook v.m.)
  • Vit vænta, at  hevur eitt jaligt lyndi, samstarvshug og fakligt ágrýtni til at seta teg inn í øll virkisøkini hjá stovninum.

Tað kann vera ein fyrimunur, um  hevur royndir frá almennari fyrisiting og dugir at nýta t.d. Skjalahald, men hetta er ikki eitt krav. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv,  verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin hin 2. juni 2022 kl. 12:00.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin innan arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

Líknandi størv

Dámar tær væl at gera reint?   Faroe Islands nýtt
14. maj 2024
Fulltrúi til fólkaskúlaøkið   Faroe Islands nýtt
7. maj 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið