Skálkur
Útgivið
5. maj 2026
Útgongur
18. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú sans fyri stíli, og vilt tú arbeiða við harramóta og meistra sølukynstrið?
Kom so í læru hjá okkum í Skálkur Man. Her brenna vit nevniliga fyri stíli og móta,
og at veita framúr góða tænastu til tann føroyska mannin. Skálkur Man er partur av
Skálkur samtakinum, sum hevur ein sterkan felagsskap, har trivnaður og menning ganga hond í hond.

Vit bjóða tær:

  • Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan kundatænastu, sølu og harramóta
  • Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
  • Eitt sosialt og livandi arbeiðsumhvørvi við ágóðum
  • Part av einum fjølbroyttum samtaki við fleiri handlum og møguleikum

Hetta fert tú at læra:

  • At ráðgeva og selja til okkara kundar
  • At móttaka og seta upp vørur
  • At halda handilin reinan, skipaðan og innbjóðandi
  • At arbeiða við kassa, goymslu og skipan
  • At fáa innlit í móta, merki og kundatænastu

Vit vóna, at tú:

  • Ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og forvitin
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur áhuga fyri harramóta

Søk við at senda umsókn og lívsrensl til
starv@skalkur.fo
ella ring til Jákup M. Müller á
+298 792221, um tú hevur fleiri spurningar.

Læruplássið verður sett, tá rætti lærlingurin er funnin

Vit gleða okkum at hoyra frá tær

SKÁLKUR MAN

Líknandi størv

5. maj 2026
Kom við umborð   Faroe Islands nýtt
5. maj 2026
Dámar tær bæl móta?   Faroe Islands nýtt
5. maj 2026
Kom í læru í Søstrene Grene   Faroe Islands nýtt
5. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið