NIPS
Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða við klæðum og prýðislutum, og gerast partur av einum toymi við denti á trivnað og góðar upplivingar?
So er Nips kanska júst rætti staðið fyri teg – vit søkja bæði lærling og fulltíðarstarvsfólk.
Vit bjóða tær:
- Eitt mennandi og læruríkt arbeiðspláss innan handil og kvinnumóta
- Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
- Sosialt og livandi arbeiðsumhvørvi við nógvum íblástri
- Part av einum fjølbroyttum samtaki við fleiri handlum og møguleikum
Arbeiðsuppgávur:
- Ráðgeving og tænastuveiting til kundar
- Innrétting og uppfylling av handlinum
- Luttøka í átøkum og tiltøkum
- Skapan av innihaldi til Instagram og Facebook
Vit vóna, at tú:
- Ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og forvitin
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur áhuga fyri móta og tínum persónliga vøkstri
Søk við at senda umsókn og lívsrensl til
starv@skalkur.fo
ella ring til Rebekku Muller á
+298 792233 um tú hevur spurningar.
Starvið verður sett tá vit hava funnið rætta umsøkjaran.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær
NIPS