Lýsing
Hevur tú hug at fara í læru ella arbeiða, sum sølufólk í einum spennandi og avbjóðandi handli?
So er hetta júst nakað fyri teg. Vit leita eftir einum dugnaligum/ari starvsfólki – og einum lærlingi til handil okkara í SMS.
Fyrr okkum snýr tað seg um at geva viðskiftafólki okkara eina góða uppliving, og tí leita vit eftir starvsfólki,
sum vilja kyta seg fyri at røkka júst hesum máli. Talan er um eitt starv í eini sera spennandi fyritøku,
sum fevnir víða, og tí eru góðir menningarmøguleikar í starvinum.
Vit bjóða tær:
- Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan handil og vinnumóta
- Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
- Sosialt og livandi arbeiðsumhvørvi
- Part av einum fjølbroyttum samtaki við fleiri handlum og møguleikum
Tú ert:
- At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
- Hevur eyga fyri at halda handilin snøtiligan og tryggja, at framsýningarnar altíð eru áhugaverdar
- At tú kanst arbeiða skiftandi tíðir, tá tað er neyðugt – og dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
Søk við at senda umsókn og lívsrensl til
starv@skalkur.fo.
Læruplássið verður sett tá rætti lærlingurin er funnin.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær