Undirvísingarstýrið
Útgivið
5. maj 2026
Útgongur
21. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevnir hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í Sørvágs skúla,

Farloyvisstarvið sum skúlastjóri í Sørvágs skúla verður lýst leyst til setan frá 1. august 2026 til 1. apríl 2030.

Skúlastjórin hevur tikið sætið á Løgtingi, og tí skal fyrivarni havast í mun til, at farloyvisstarvið kann enda fyrr, um farloyvistíðarskeiði hjá verandi skúlastjóra verður stytt. Virka verður eftir galdandi reglum á setanarøkinum.

Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar.

Í Sørvágs skúla ganga 155 næmingar í 1. – 9. flokki umframt sertilboðið Pallurin, har 24 næmingar ganga í eini samskipan við skúlan á Giljanesi. Tað eru normerað 17 fulltíðarstørv sum lærarar og 4 størv sum námsfrøðingar í Sørvágs skúla.

Tú kanst lesa meira um Sørvágs skúla á heimasíðu skúlans Sørvágs skúli

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving
  • viðkomandi starvsroyndir
  • førleika at leiða og fyrisita
  • góð samstarvsevni við næmingar, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar
  • framfýsnan og virknan leiðsluleiklut, sum partur í verkætlanini “Saman um barnið” og sum skúlastjóri umboða skúlan í leiðslubólki og netverkum og fremja verkætlanina í verki
  • hegni at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum
  • eina tilgongd til leiðslustarvið, ið er kveikjandi og er opin fyri nýhugsan og møguleikum
  • førleika at fíggjar- og rakstrarstýra
  • innlit í viðkomandi lógarverk, so skúlin verður leiddur og virkar eftir galdandi lógarverki

Lønar- og setanartreytir
Skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla er flokkað sambært galdandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 35-1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. - 49.477,55 umframt 17% í eftirløn.

Starvið er sáttmálasett í farloyvistíðarskeiðnum.

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Sørvágs skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal verða
Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. mai 2026 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Vagn Foldbo, deildarleiðara á vagnf@uvs.fo ella á 200900.

Undirvísingarstýrið er eind undir Mentamálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo

Líknandi størv

Innsavnari til húsarhaldsposar   Faroe Islands nýtt
21. maj 2026
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið