KJ
Útgivið
9. juni 2026
Útgongur
25. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at arbeiða við hondunum, loysa praktiskar avbjóðingar og læra eitt spennandi handverk? So hevur tú møguleikan at gerast partur av einum sterkum toymi hjá KJ.

Vit leita eftir ágrýtnum og forvitnum lærlingum til maskinsmíð, sum ynskja eina fjølbroytta og mennandi lærutíð á okkara smiðju í Klaksvík.

Starvið byrjar skjótast gjørligt.

Ein lærutíð við fjølbroyttum avbjóðingum

Hjá KJ verður eingin arbeiðsdagur eins. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum og ungum starvsfeløgum og kemur at royna teg innan nógv ymisk arbeiðsøki.

Í lærutíðini fert tú millum annað at arbeiða við uppgávum innan:

  • Fiskivinnuna
  • Alivinnuna
  • Flutningsvinnuna
  • Entreprenørvinnuna

Tú kemur eisini víða um í landinum og fær møguleika at arbeiða við alskyns handaligum og maskintekniskum uppgávum.

Vit bjóða

  • Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð
  • Góða upplæring og fakliga vegleiðing
  • Nógvar ungar og dugnaligar starvsfelagar
  • Góðar arbeiðsumstøður í einum jaligum arbeiðsumhvørvi
  • Matarskipan – so tú sleppur undan matpakkanum
  • Góðar tryggingar

Um útbúgvingina

Lærutíðin sum maskinsmiður er vanliga fýra ár.

Lærutíðin kann tó styttast, um tú hevur:

  • Lokið 1. og 2. skúlaskeið ella líknandi útbúgving
  • Drúgvar arbeiðsroyndir og ert eldri enn 30 ár

Skúlagongdin fer fram í Føroyum.

Hevur tú áhuga?

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tummas Lervig, leiðara í Klaksvík.

Telefon: 58 88 24
Teldupostur: tule@kj.fo

Umsókn

Umsóknarfreistin er 25. juni 2026.

Umsóknir kunnu sendast:

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Søk her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið