Lýsing
Experience Faroe Islands søkir eftir einum fyrikomandi og væl skipaðum samskipara at byrja skjótast gjørligt og arbeiða fram til og við august/september 2026 — alt eftir hvat passar hjá viðkomandi.
Tú verður partur av einum lítlum og fryntligum toymi, sum arbeiðir við at geva ferðafólkum góðar, tryggar og væl skipaðar upplivingar í Føroyum.
Starvið snýr seg serliga um at samskipa útferðir, ferðafólk, ferðaleiðarar og samstarvspartar, umframt at svara fyrispurningum frá ferðafólkum og agentum. Ert tú væl skipað/ur og dugir at hava fleiri bóltar í luftini, er talan um gott hálva tíð. Tað er eisini møguligt at fara túrar sum ferðaleiðari, um tú hevur áhuga fyri tí.
Uppgávurnar fevna millum annað um:
- Samskipan av útferðum, ferðafólkum og ferðaleiðarum
- Kundasamskifti og kundarøkt
- At svara fyrispurningum frá ferðafólkum, agentum og samstarvspørtum
- Dagføring av bókingum og praktiskari kunning
- Møguliga at virka sum ferðaleiðari á útferðum, um áhugi og førleikar eru til tað
Tínir førleikar:
- Tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta
- Tú ert sjálvbjargin, álítandi og væl skipað/ur í tínum arbeiði
- Tú dugir at hava yvirlit, eisini tá nógv er at gera
- Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði
- Tú dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum, bæði skrivliga og munnliga
- Tú hevur áhuga fyri ferðavinnu, náttúru og góðum upplivingum
- Royndir innan kundatænastu, ferðavinnu, samskipan ella líknandi eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt summarstarv í ferðavinnuni
- Ein smidligan arbeiðsdag, sum í stóran mun kann leggjast til rættis eftir tínum tørvi
- Møguleika at arbeiða við ferðafólkum úr nógvum ymiskum londum
- Eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi
- Møguleika at fara útferðir sum ferðaleiðari
- Løn eftir avtalu
Starvið er áleið hálva tíð, men arbeiðstíðin kann skifta nakað eftir tørvi og virksemi. Byrjað verður skjótast gjørligt.
Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. juni 2026, og skulu sendast til info@experiencefaroeislands.fo.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Bartal Kamban á tlf. 508275.