Vørn MRCC
Útgivið
2. juni 2026
Útgongur
17. juni 2026
Staður
Postsmoga 1238, 110 Tórshavn, Faroe Islands, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Eitt fast starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Høvuðsuppgávur:

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum
  • Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu

Dentur verður annars lagdur á:

  • Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
  • Royndir innan yrkið
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.

Setanarøkið er Uttanríkis- og Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 17. juni 2026 kl. 12.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til:
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið