Lýsing
Í Mylnuni hava vit úr at gera og søkja vit tí eftir einum frískum hjálparfólki til bakaríið at byrja skjótast møguligt.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú verður ein týdningarmikil partur av okkara dagliga rakstri og framleiðslu. Tú kemur at arbeiða tætt saman við bakarunum, og uppgávurnar fevna millum annað um at tøma breyðformar, reinsa plátur og annað fyrifallandi arbeiði á bakarínum.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag, har tín arbeiðsdagur vanliga byrjar kl 6.00 um morgunin.
Arbeiðsstaðurin er í Miðlon í Havn.
Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á telefon 214456.