Hvíldarheimið Naina
Útgivið
16. juni 2026
Útgongur
3. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hvíldarheimið Naina søkir eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi til setan frá 1. sept. 2026 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um fast starv í dag-/kvøld-/náttarvakt í starvsbrøki 0,78

Hvíldarheimið Naina er eitt endurmenningarheim fyri fólk sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 24 fólkum, sum kunnu fáa endurmenning í 2 til 4 vikur.

Tey fólk ið koma á Naina, hava tørv á kirurgiskari, medisinskari og sálarligari hjálp, og tí er umráðandi, at umsøkjarin hevur hollar og drúgvar royndir innan hesi økini. Eisini er umráðandi, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert og avbjóðandi starv, við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Her starvast dugnaligir og royndir starvsfelagar, sum í felag arbeiða fyri einum góðum og virknum arbeiðsstaði.

Lønar og setanartreytir:
Løn sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjamálaráðið
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til mai@naina.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. juli 2026.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mai Dahl, fyristøðukvinnu, á telefon nr. 211840 ella Elinborg Danielsen. Deildarleiðara, á telefon nr. 271842

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið