Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða við kundatænastu og umsiting av bilum í summar?
Vit leita eftir einum ágrýtnum og álítandi starvsfólki til eitt hálvtíðar summarstarv á okkara skrivstovu í Tórshavn.
Um starvið
Sum partur av okkara toymi fert tú at hava samband við kundar úr Føroyum og útlandinum, og tú fert at hjálpa til við dagliga rakstrinum hjá fyritøkuni.
Arbeiðsuppgávur verða m.a. um:
- At avgreiða kundar, sum leiga bil
- At gjøgnumganga leigukontraktir við kundum saman frá kundum
- At koyra bilar millum flogvøllin, Tórshavn og onnur støð eftir tørvi
- At vaska og klárgera bilar til útleigan
- At svara telduposti og taka ímóti umsitingarligum arbeiði
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Starvið hóskar væl til ein lesandi, sum ynskir eitt spennandi summarstarv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.
Arbeiðstíð
- Mánadag til fríggjadag: arbeiðsdagurin byrjar millum kl. 08:00 og 09:00 og endar kl. 12:00–13:00
- Harumframt skal arbeiðast hvørt fjórða vikuskifti:
- Leygardag kl. 09:00–12:00
- Sunnudag kl. 09:00–12:00
Vit vænta, at tú:
- Ert minst 18 ár
- Hevur galdandi koyrikort
- Dugir væl danskt og enskt, bæði í talu og skrift
- Hevur góð samstarvsevni og dugir eins væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Ert tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi
Setanarviðurskifti
- Starvið verður sett sum skjótast fram til 31. august
- Løn sambært avtalu
Umsókn
Áhugað kunnu senda umsókn og CV til
jakup@gods.fo
skjótast gjørligt.
Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett, tá rætti umsøkjarin er funnin.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Tórshavn
+298 775 000 ·
rentyourcar.fo