Lýsing
Húsasmiðir til Norðurøkið ella onnur økir í landinum
Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?
ArtiCon søkir húsasmiðir til timburarbeiði í Klaksvík og eisini onnur byggipláss runt í landinum – byrja skjótast gjørligt.
Vit hava nógv at gera – og tí leita vit eftir tær, sum hevur hug at vera partur av einum sterkum toymi, har vit fara at skifta tekjuna á Christianskirkjuni saman. Men, um tú ynskir aðrar spennandi uppgávur í øðrum býum ella bygdum, so er tað eisini ein møguleiki.
Hjá okkum fært tú ikki bara eitt arbeiði – tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har trygd, trivnaður, fakligheit og samstarv eru í miðdeplinum.
Hvat fert tú at gera?
Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum at skifta takið á flottu Christianskirkjuni. Hetta er eitt spennandi serarbeiði av týdningi – tú sært úrslitið av tínum arbeiði í veruleikanum.
Vit hava eisini aðrar spennandi verkætlanir runt landið við fjølbroyttum timburarbeiði.
Arbeiðir tú saman við einum góðum makkara? Tit eru eisini vælkomin at søkja saman!
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur útbúgving innan handverk (ella viðkomandi royndir)
- trívist við timburarbeiði
- ert arbeiðssamur/-som og álítandi
- tekur ábyrgd og leggur dent á dygd
- dugir væl at samstarva
Hvat fært tú hjá okkum?
- eitt trygt og væl skipað arbeiðspláss
- nútímans útgerð og góðar arbeiðsumstøður
- spennandi og fjølbroyttar uppgávur
- møguleikar at menna teg – bæði fakliga og persónliga
- eitt sterkt toymi, har vit hjálpa hvørjum øðrum
Løn og setanartreytir
Størvini verða sett skjótast til ber. Løn, sum er kappingarfør, og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Umsókn