Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
19. juni 2026
Útgongur
1. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir
Fysioterapeutum til fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka. Talan er um eitt fast starv á starvsbroti 1,0 frá 17. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri starvsbroti. Harafturat er talan um eitt tíðaravmarkað starv á starvsbroti 1,0 ella lægri starvsbroti í tíðarskeiðnum 17. august til 31. desember 2026. Møguliga kann tíðaravmarkaða starvið leingjast.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • At veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til eldri borgarar
  • At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • At virka í tvørfakligum toymisarbeiði í samdøgursrehabilitering og heimarehabilitering
  • At undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølinum hjá Ven og Virka í Klaksvík og á Viðareiði, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Ven og Virka er skipað við einum deildarleiðara, sum er fysioterapeutur og einum leiðandi ergoterapeuti. Umframt teir starvast 3 fysioterapeutar, 2 ergoterapeutar og tveir heilsurøktarar. Deildin er eisini lestrarpláss fyri fysioterapi- og ergoterapilesandi.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið