Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
19. juni 2026
Útgongur
20. juli 2026
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar. Aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Søkt verður eftir

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. september 2026 til røktarheimið Áargarð og heimatænastuna. Dagvaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftisevnir
  • Koyrikort

Vit bjóða

  • Eitt fakliga spennandi og mennandi starvsstað
  • Góða innleiðslu bæði á Áargarði og í heimatænastuni
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • Møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot(ad)ot.fo.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot(ad)ot.fo.

Umsóknarfreistin er 20. juli 2026.

Meira fæst at vita um Økistænastuna á www.ot.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið