Læknamiðstøðin á Sandi
Útgivið
19. juni 2026
Útgongur
1. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einari fjølbroyttari og spennandi kommunulæknaviðtalu, har tú fært nógva sjálvstøðuga ábyrgd og tætt samband við sjúklingar? So ert tú kanska okkara nýggi sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum sjúkrarøktarfrøðingi til eitt starv á 20 tímar um vikuna.

Vit ynskja ein starvsfelaga, sum trívist við fjølbroyttum uppgávum, arbeiðir sjálvstøðugt og hevur áhuga fyri at menna sínar fakligu førleikar.

Tað er týdningarmikið, at tú ert fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevni.

Arbeiðsuppgávur

Tú fert m.a. at arbeiða við:

  • Visitatión av sjúklingum í telefontíðini
  • Eftirlit av sjúklingum við kroniskum sjúkum, so sum diabetes, høgum blóðtrýsti (hypertensión) og KOL
  • Barnakanningum
  • Parakliniskum kanningum, so sum:
  • EKG
  • Spirometri
  • Blóðroyndum
  • Øðrum fyrifallandi uppgávum, ið hoyra eini kommunulæknaviðtalu til

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við føroyskari góðkenning
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Sært virði í høgum fakligum støði og áhaldandi førleikamenning

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • Hevur royndir frá arbeiði í kommunulæknaviðtalu
  • Kennir til talgildu heilsuskipanina Cosmic

Um kommunulæknaviðtaluna

Kommunulæknaviðtalan er staðsett á Sandi og hevur áleið 1.200 sjúklingar. Tríggir læknar arbeiða í skiftum í viðtaluni, umframt ein fastur læknaskrivari.

Tú fært holla upplæring og góða innleiðslu í arbeiðsuppgávurnar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Starvið verður sett tann 15. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn

Umsókn (í mesta lagi ein A4-síða), saman við CV, prógvum og tilvísingum, skal sendast til teldupost: starv.sandur@gmail.com

Umsóknarfreist

1. juli 2026 kl. 12.00

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið