Landssjúkrahúsið
Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til seingjadeildina G4/H2. Talan er um barsilsvikariat á brøki 0,8 í skiftandi vaktum í tíðarskeiðinum 01.08.2026 ella skjótast gjørligt, til 31.08.2027.
Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.
Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.