Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
10. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir trimum ambulansuviðgerum (ambulancebehandler) við danskari autorisatión.

Arbeiðsstaðið verður ávíkavist á støð 10 á Landssjúkrahúsinum, støð 30 í Vágum og støð 40 á Lambareiði.

Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur av Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað.

Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna í stóran mun um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Portørtænastan, Leiðbeining og felags vaktsentralurin fyri alt Føroyar hoyra undir Sjúkraflutningstænastuna.

Á Sjúkraflutningstænastuni starvast í løtuni umleið 40 starvsfólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Arbeiðsuppgávurnar hjá Sjúkraflutningstænastuni umfata í høvuðsheitum

  • Útkall í samband við vanligan og bráðfeingis flutning og luttøka í lívbjargandi arbeiði
  • Partur av hjartastopptoyminum á Landssjúkrahúsinum
  • Portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum
  • Vanligan sjúkraflutning millum heim og sjúkrahús í sambandi við flutning av fólki við rørslutarni og fólki við varandi sjúku
  • Sjúkraflutning til og frá flogvøllinum, planlagdur og bráðfeingis flutningur
  • Døgnmanning av felags vaktsentrali fyri alt Føroyar
  • Døgnmanning av sjúkrabilum á ymisku støðunum
  • Aðrar uppgávur, so sum uppgávur í sambandi við mors og sektiónsarbeiði

Førleikakrøv

  • Danska autorisatión sum ambulansuviðgeri og royndir innan ambulansu- og/ella præhospitalt arbeiði
  • Ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Viðeirilig/ur
  • Megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Reina revsiváttan
  • Dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • Góða heilsu og fysikk
  • Evni til at orða teg, bæði munnliga og skrivliga
  • Telduførleiki

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Eitt mennandi og avbjóðandi starv
  • Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri fakligum avbjóðingum og egnari menning
  • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
  • Góðar og dugnaligar starvsfelagar við nógvum royndum

Um tú ert nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu er partur av setanartilgongdini.

Leinkja til fysiska royndina: Trýst her.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan.

Meira at vita

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Louis Hansen, deildarleiðara, á telduposti louha@ls.fo ella telefon 234601.

Lønar- og setanartreytir

Sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 10.07.2026.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið