Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. august 2025 ella skjótast gjørligt. Talan er um fast starv á brøk 0,8 í blandaðum vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
H1 er songjardeild við 35 songjarplássum, deild á trý toymir. Á H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum taka vit ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi og øðrum neurologiskum sjúkum. Harumframt taka vit ímóti dermatologiskum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 10 sjúklingum.
Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Eisini taka vit ímóti akuttum sjúklingum til trombolysu ella EVT.
H1 - Neurologi og Dermatologi flytir yvir á H1 í september, men er í løtuni staðsett á B7.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru
- Móttøka og viðgerð av akuttum neurologiskum sjúklingum
- Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á
- At tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- At tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- At tú hevur fakligan áhuga innan økið ella áhugan at læra sergreinarnar
- At tú hevur góðan telduførleika
- At tú hevur viljan og evnið at brúka reflektión sum lið í menningini
- At tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu og upplæring á deildini
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Meira at vita
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara, á telduposti elihj@ls.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 10. juli 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mánaðirnar, skal negativ MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.