Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
10. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. august 2025 ella skjótast gjørligt. Talan er um fast starv á brøk 0,8 í blandaðum vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

H1 er songjardeild við 35 songjarplássum, deild á trý toymir. Á H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum taka vit ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi og øðrum neurologiskum sjúkum. Harumframt taka vit ímóti dermatologiskum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 10 sjúklingum.

Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Eisini taka vit ímóti akuttum sjúklingum til trombolysu ella EVT.

H1 - Neurologi og Dermatologi flytir yvir á H1 í september, men er í løtuni staðsett á B7.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru

  • Móttøka og viðgerð av akuttum neurologiskum sjúklingum
  • Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á

  • At tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • At tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • At tú hevur fakligan áhuga innan økið ella áhugan at læra sergreinarnar
  • At tú hevur góðan telduførleika
  • At tú hevur viljan og evnið at brúka reflektión sum lið í menningini
  • At tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunnu bjóða

  • Innleiðslu og upplæring á deildini
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira at vita

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara, á telduposti elihj@ls.fo.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 10. juli 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mánaðirnar, skal negativ MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið