Lýsing
Hevur tú hug vera við at gera mun, í gerandisdegnum hjá eldri borgarum?
Vit søkja eftir tveimum ergoterapeutum, einum í føstum starvi og einum í tíðaravmarkaðum starvi.
Um Terapideildina
Í Terapideildini starvast 17 ergo- og fysioterapeutar umframt 3 starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving. Deildin verður leidd av einum deildarleiðara og tveimum varadeildarleiðarum, ávikavist fyri ergo- og fysioterapi.
Terapideildin er staðsett í Heilsuhúsinum og er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Endamálið hjá okkum er at stuðla borgarum í at varðveita, endurvinna og menna virkisførleikar, sjálvbjargni og lívsgóðsku, soleiðis at teir kunnu liva eitt virkið, sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív so leingið sum gjørligt.
Vit arbeiða við støði í bæði einari fyribyrgjandi, heilsufremjandi og rehabiliterandi hugsjónum. Við borgaranum í miðdeplinum arbeiða vit fyri at styrkja møguleikarnar hjá hvørjum einstøkum at meistra gerandisdagin, taka lut í egnum lívi og varðveita virkisførleikar.
Vit veita tænastur til heimabúgvandi borgarar, borgarar á rehabiliteringsdepil og borgarar á eldrabústovnum.