Lýsing
Vága kommuna søkir námsfrøðingar til spennandi og fjølbroytt størv í frítíðarskúlanum Smílikulluni.
Talan er um tvey føst størv á 20–30 tímar um vikuna og eitt tíðaravmarkað starv á 30 tímar um vikuna, sum endar 31. desember 2026. Tímarnir kunnu tillagast eftir avtalu.
Størvini verða sett frá 17. august 2026.
Um Smílikulluna
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa sín egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki.
Smílikullan liggur væl fyri við fjøruna, sandin og viðarlundina. Eisini hava vit fótbóltsvøll og stórt spælipláss tætt við. Hetta gevur góðar møguleikar til spennandi upplivingar, avbjóðingar og virksemi – bæði fyri børn og starvsfólk.
Smílikullan hevur eitt virkið og skapandi umhvørvi, har børnini fáa møguleika at royna seg í ymiskum virksemi, vera nógv úti í náttúruni og skapa góðar relatiónir gjøgnum spæl og felags upplivingar.
Í Smílikulluni bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og uttanduraverkstað. Sum nakað nýtt hava vit eisini eitt træverkstað. Tað er frítt hjá børnunum at luttaka í verkstøðunum.
Vit vænta, at tú:
- leggur dent á gott og týðiligt samskifti við børn, starvsfólk og avvarðandi
- hevur umsorgan fyri børnunum
- hevur góð samstarvsevni og gott yvirlit
- megnar at skipa dagin sjálvstøðugt og saman við starvsfeløgum
- ert íðin, nærløgd/nærlagdur og álítandi
- ert nýhugsandi og ígongdsetandi – bæði sjálvstøðugt og í toymi
- sært møguleikar fram um avmarkingar
Vit leggja dent á:
- eina felags barnafatan, so vit saman kunnu menna trivnaðin hjá barninum
- at skapa rúm og karmar fyri, at børnini kunnu menna sínar sosialu, persónligu og kreativu førleikar
- at børnini uppliva frítíðarskúlan sum eitt gott, trygt og mennandi stað
- at skapa góðar felagsskapir, har tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi eru berandi virði
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin í Smílikulluni er vanliga millum kl. 11.00 og 17.00.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
- Námsfrøðingar verða løntir eftir lønarstiganum 11–24
- Námsfrøðiligir atstøðingar verða løntir eftir lønarstiganum 9–14
- Hjálparfólk verða lønt eftir lønarstiganum 2–8
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Umsókn
Søk starvið við at klikkja á SØK NÚ knøttin á høgru síðu, og viðheft lívsgongdarlýsing, prógv, barnaváttan og møgulig viðmæli.
Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2026.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Dinu Splidt, leiðara, á tlf. 79 45 40 ella teldupost dina@vaga.fo.