Vága Kommuna
Útgivið
8. juli 2026
Útgongur
20. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vága kommuna søkir námsfrøðingar til spennandi og fjølbroytt størv í frítíðarskúlanum Smílikulluni.

Talan er um tvey føst størv á 20–30 tímar um vikuna og eitt tíðaravmarkað starv á 30 tímar um vikuna, sum endar 31. desember 2026. Tímarnir kunnu tillagast eftir avtalu.

Størvini verða sett frá 17. august 2026.

Um Smílikulluna

Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa sín egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki.

Smílikullan liggur væl fyri við fjøruna, sandin og viðarlundina. Eisini hava vit fótbóltsvøll og stórt spælipláss tætt við. Hetta gevur góðar møguleikar til spennandi upplivingar, avbjóðingar og virksemi – bæði fyri børn og starvsfólk.

Smílikullan hevur eitt virkið og skapandi umhvørvi, har børnini fáa møguleika at royna seg í ymiskum virksemi, vera nógv úti í náttúruni og skapa góðar relatiónir gjøgnum spæl og felags upplivingar.

Í Smílikulluni bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og uttanduraverkstað. Sum nakað nýtt hava vit eisini eitt træverkstað. Tað er frítt hjá børnunum at luttaka í verkstøðunum.

Vit vænta, at tú:

  • leggur dent á gott og týðiligt samskifti við børn, starvsfólk og avvarðandi
  • hevur umsorgan fyri børnunum
  • hevur góð samstarvsevni og gott yvirlit
  • megnar at skipa dagin sjálvstøðugt og saman við starvsfeløgum
  • ert íðin, nærløgd/nærlagdur og álítandi
  • ert nýhugsandi og ígongdsetandi – bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • sært møguleikar fram um avmarkingar

Vit leggja dent á:

  • eina felags barnafatan, so vit saman kunnu menna trivnaðin hjá barninum
  • at skapa rúm og karmar fyri, at børnini kunnu menna sínar sosialu, persónligu og kreativu førleikar
  • at børnini uppliva frítíðarskúlan sum eitt gott, trygt og mennandi stað
  • at skapa góðar felagsskapir, har tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi eru berandi virði

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin í Smílikulluni er vanliga millum kl. 11.00 og 17.00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

  • Námsfrøðingar verða løntir eftir lønarstiganum 11–24
  • Námsfrøðiligir atstøðingar verða løntir eftir lønarstiganum 9–14
  • Hjálparfólk verða lønt eftir lønarstiganum 2–8

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Umsókn

Søk starvið við at klikkja á SØK NÚ knøttin á høgru síðu, og viðheft lívsgongdarlýsing, prógv, barnaváttan og møgulig viðmæli.

Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2026.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Dinu Splidt, leiðara, á tlf. 79 45 40 ella teldupost dina@vaga.fo.

Sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið