Tórshavnar kommuna
Lýsing
Hevur tú hug at ganga á odda á einum øki, har dygd, samanhangur og virðing fyri tí einstaka eru grundarlagið? Og dugir tú at savna fólk um felags mál, arbeiða skipað og hugsa strategiskt?
Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir leiðara fyri stovnsøkið, sum veitir tænastur og tilboð til heimabúgvandi borgarar. Hetta er eitt ábyrgdarfult, samansett og fjølbroytt starv, har tú fært ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja dygdargóða heimatænastu, sjúkrarøkt, venjingar, rehabilitering, umlætting, dagtilhald og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar í Tórshavnar kommunu.