Lýsing
Vit søkja eftir tveimum deildarleiðarum til Lágargarð, ávíkavist til Handarustovu og til Miðstovu. Starvssetan er 1. oktober 2026 ella skjótast tilber.
Handarastova er demensdeild við 16 búfólkum.
Miðstova er í einari broytingartíð, har deildin er í fer við at umskipast frá at vera vanlig røktardeild til at vera ein demensdeild burturav. Tilgongdin er ikki heilt komin á mál enn.
Hevur tú hug og áræði at standa á odda fyri einari deild við 16 búfólkum og góðum starvsfólkum, so hevur tú møguleikan at søkja eitt spennandi og mennandi starv við góðum starvsfelagum.
Vit søkja eftir leiðarum, sum duga at fáa fylgiskap, at skipa dagligdagin og seta tiltøk í verk.
Leiðarar, sum ganga høgt uppí fakliga dygd eins væl og trivna fyri bæði búfólk, avvarðandi og starvsfólk.
Kennir tú teg aftur í hesum, so er tað møguliga tú, sum skal vera komandi deildarleiðari á antin Handarustovu ella á Miðstovu