Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
26. februar 2024
Útgongur
11. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv sum adjunktur/lektari innan dátuvísindi við denti á vísindaliga myndlan og maskinlæring er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði, og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

Starvsøkið
Starvssetanin verður sum adjunktur/lektari sambært førleikum og royndum umsøkjarans, og tá fevnir starvið um gransking, undirvísing og fyrisiting.

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðunum: hagfrøðilig læring og maskinlæring. Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur verða møguliga eisini í skeiði í djúp læring, ella øðrum skeiðum innan stødd- og hagfrøði, vísindaligari myndlan og dátuvísindi, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tongdur at áhugamálum umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og/ella uttanlands.

Førleikar
Fyri at verða settur í hetta starvið sum adjunktur/lektari skal umsøkjari hava ph.d.-útbúgving innan teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindi og royndir innan vísindaliga myndlan og/ella maskinlæring. Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi innan stødd- og hagfrøði, hagfrøðiliga læring, maskinlæring, umframt royndir við Linux-skipanum og forritan í R og Python.

Lektarastarv er fast starv. Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Adjunktstarv er tíðaravmarkað starv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og tá kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Til adjunkt-/lektarastarv skal eisini stutt lýsing av granskingaráhugamálum og yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans leggjast við umsóknini (í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini).

Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð um størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er mánadagin 11. mars 2024.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið