LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
19. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi. Talan er um eitt avloysarastarv í fulla tíð frá 1. februar til 30. september 2023.

Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining og viðgerð av vaksnum fólki, umframt samskipan, ráðgeving, undirvísing og supervisjón av starvsfólki. Psykiatriski depilin útgreinar og viðgerð sjúklingar, sum eru innlagdir og fáa ambulanta viðgerð. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum recovery og rehabilitering í huga. Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI).

Virksemi á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og tilboð, sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, PE-viðgerð, sosiala førleikavenjing, kognitiva remediering, ergoterapi, fysioterapi, medisinska viðgerð umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Sálarfrøðingurin verður knýttur at virkseminum í mun til førleikar og tørv.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið