Fótbóltssamband Føroya
Útgivið
7. maj 2024
Útgongur
20. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini í senn, hevur tú evnini at finna nýhugsandi loysnir og eina greinandi tilgongd at loysa avbjóðingar? So er starvið sum kappingarsamskipari júst fyri teg.

Um starvið
Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur seinastu árini ment seg nógv, og tí vaksa vit um kappingardeildina. Vit leita eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum samskipara, ið gongur á odda innan fyrisiting og menning av kappingum og dystum í føroyskum fótbólti.

Sum kappingasamskipari kemur tú at arbeiða í einum toymi, har samskifti og samstarv eru lyklaorðini. Starvið er í høvuðsheitum í vanligari skrivstovutíð, men er merkt av skiftandi arbeiðstrýsti og krevur til tíðir kvøld- og vikuskiftisarbeiði.

Vit bjóða tær eitt starv í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi, har tú kemur at arbeiða á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi við ymiskum yrkisbólkum. Sum kappingarsamskipari fært tú ein serstakan leiklut í hjartanum í føroyskum fótbólti, har tú gerst týðandi viðleikari í menningini og fyriskipanini av fótbóltskappingum.

Arbeiðsøkið fevnir um at:

  • Leggja til rættis og skipa kappingar og dystir í føroysku kappingini
  • Tryggja, at kappingarvirksemið er í samsvar við galdandi lógir og reglur innan økið
  • Vegleiða og menna føroysku fótbóltsfeløgini
  • Umsita KT skipanina COMET og hava ábyrgd av leikaraflytingum, leikaraloyvum og sáttmálum
  • Gera og dagføra mannagongdir og arbeiðsgongdir í mun til talgildar skipanir
  • Umsita vallarviðurskiftir

Vit leita eftir einum starvsfólki, ið:

  • Hevur skipaða og greinandi tilgongd til arbeiðið
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, umframt kunnleika um KT og talgildar loysnir
  • Er álítandi, sjálvstøðug/ur og framsøkin
  • Er tænastusinnað/ur, semjusøkjandi og trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera

Miðnámsútbúgving er eitt krav, meðan skrivstovuútbúgving og royndir innan fyrisiting eru ein fyrimunur.

Um FSF
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, og vit ynskja, at tú byrjar 1. august ella eftir avtalu.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.

Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til starv@fsf.fo í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2024.

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Ásu K. Kalsø á asa@fsf.fo ella +298 291978.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið