Útgivið
9. august 2022
Útgongur
8. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir anestesisjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á Anestesideildini á fulla tíð frá 01.10.2022 ella eftir nærri avtalu. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.
Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Anestesideild, Viðrakning, Intensivu deild, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Kommunulæknavakt og Sjúkraflutningstænastu.
Á Anestesideildini arbeiða umframt anestesisjúkrarøktarfrøðingar ein heilsurøktari, sum veitir tænastur í sambandi við doyving og umsiting av goymslurúmi.
Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d. ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra, næsa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anestesilækna, og saman standa tey fyri umleið 2500 anestesium árliga. Aðrar veitingar hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.
https://sv.ls.fo/leys-stoerv/anestesisj%C3%BAkraroektarfroe%C3%B0ingur-til-anestesideildina-%C3%A1-landssj%C3%BAkrah%C3%BAsinum/

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið