Tórshavnar kommuna
Útgivið
23. januar 2024
Útgongur
9. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir arbeiðsformanni til Gøtuljósdeildina at byrja 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu, tó í seinasta lagi 1. apríl 2024.

Gøtuljósdeildin er staðsett í Torfinsgøtu 21, og tekur sær av viðlíkahaldi og nýgerð av gøtu- og ferðsluljósunum í kommununi, umframt at pynta býir og bygdir til høgtíðirnar.

Á deildini starvast 6 fólk, ein driftsleiðari, ein arbeiðsformaður, tveir handverkarir og tveir arbeiðsmenn.

Um starvið
Sum arbeiðsformaður kemur tú at leggja tær dagligu uppgávurnar tilrættis í tøttum samstarvi við driftsleiðaran.

Tú kemur at innganga í vaktarskipanina har tú hevur døgnvakt 4. hvørja viku.

Førleikakrøv

  • Tú hevur el-tekniska handverkaraútbúgving (elektrikari) og arbeiðsroyndir innan fakið
  • Tú hevur koyrikort til persónbil (Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav um tú hevur stóra koyrikortið)
  • Tú dugir væl at samskifta við bæði leiðslu, starvsfelagar og borgarar
  • Tú dugir bæði at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Tú er nærlagdur og røkin

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið