Atlantic Airways
Útgivið
24. maj 2026
Útgongur
9. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært

Lýsing

Summaravloysarar til flogavgreiðslu hjá Atlantic Airways
Vit leita eftir arbeiðssomum summaravloysarum til flogavgreiðsluna hjá Atlantic Airways.

Uppgávurnar fevna millum annað um at lasta og lossa viðføri, farm og vistveitingar og syrgja fyri, at alt hetta kemur trygt og óskalað í og úr flogførunum. Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur so sum at viðlíkahalda amboð o.a. Syrgt verður fyri neyðugari frálæru.

Um teg
Vit leita eftir starvsfólkum, sum:

  • Eru 18 ár ella eldri
  • Hava telduførleika á brúkarastigi
  • Eru álítandi og taka ábyrgd
  • Eru fyrikomandi og dáma væl at hava nógv at gera

Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrenlsi (cv).

Arbeiðsstaður og -tíð
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Talan er fulltíðarstørv í skiftandi vaktum, har arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, ið eisini fevnir um vikuskiftir og heiligdagar. Størvini eru tíðaravmarkað til 1. septembur 2026. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Hevur tú hug at søkja, trýstir tú á her. Umsóknarfreistin er sunnudagin 08. juni 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, tel. 213 721, t-postur rasmus@atlantic.fo, ella við Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið