Lýsing
Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir einum starvsfólki við heilsufrøðiligari útbúg-ving, t.d., tannatstøðingur, sterilatstøðingur, heilsuhjálpari ella líknandi, til sterilsentralin á skurðgongini, setan 1. juli 2026 ella skjótast gjørligt.
Talan er um eitt fast starv, á brøk 0,8, yrkadagar millum kl 08-16, vantandi broytingar koma í arbeiðstíðunum eftir 4 mánaðar upplæring.
Á skurðgongini starvast 21 fólk, 13 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 3 sterilatstøðingar í sterilsentralinum og 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini.
Arbeiði í sterilsentralinum fevnir um at endurviðgera instrumentir til allar skurðviðgerðir og verja móti infektiónum í samband við skurðviðgerðir.
Sterilsentralurin hevur ein sera týðandi leiklut á sjúkrahúsinum, hóast hetta er ein deild, sum sjálvdan verður umrødd.
Sterilsentralurin er fysiskt staðsettur tætt við skurðgongina, har 2 sterilatstøðingar hava til høvuðsuppgávu at reingera og sterilisera instrumentir í samband við skurviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Arbeiði fevnir eisini um at tryggja, at øll instrumentir, sum vera nýtt til allar skurðviðgerðir, fylgja ávísum reinførismannagongdum. Endamálið, útyvir reinføri, er eisini at tryggja sporføri, í fall infektión uppstendur hjá sjúklingi. Hettar verður alt gjørt eftir serstøkum leiðreglum og standardum, sum vit fylgja. Vit nýta eina KT-skipan, T-DOC, sum kann skjalprógva alla tilgongdina og kann sporføra øll instrumentini.