P/F SMS
Útgivið
25. maj 2023
Útgongur
11. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at baka? Og kundi tú hugsa tær at gjørt tað til tína yrkisleið?

Sum bakaralærlingur lærir tú at gera alskins sløg av breyði, køkum og wienarbreyði. Tú sleppur at arbeiða við hondunum og fært samstundis holla vitan um tað at framleiða breyð, gera deiggj, køkur o.a.

Útbúgvingin sameinar teori og praksis,  og tú fær bæði vitan innan bakstur, keyp og sølu, vørur og eftirlit.

Útbúgvingin tekur 4 ár tilsamans, har skift verður millum verkliga læru í bakarínum í Miðlon og skúlaskeið í Danmark.

Sum bakaralærlingur hjá Mylnuni verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Ringsted. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla 5 ferð í lærlingatíðarskeiðnum og fær uppihaldið goldið.

Sum bakari hevur tú ein spennandi arbeiðsdag, har tú møtir tíðliga og fært tíðliga frí. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri.

Hevur tú lokið fólkaskúlan, og ljóðar hetta sum ein yrkisleið fyri teg? So kanst tú søkja um at gerast lærlingur hjá Mylnuni umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2249.

Umsóknarfreistin er 11. juni 2023 á midnátt, og starvið verður sett eftir avtalu.

Eru spurningar til starv ella okkurt annað í samband við læruna, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á 214456.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið