Útgivið
14. februar 2022
Útgongur
28. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Barnsburðarfarloyvisstarv til matgerð og reingerð hjá SEV

Vit sóknast eftir einum fólki at gera mat og reint í køkinum og í kantinuni í skrivstovuni á Landavegnum frá 15. mars 2022 til apríl 2023. Talan er um fastlønt fulltíðarstarv í nevnda tíðarbili.


Tær dámar ella hevur hug at læra at gera fjølbroyttan og sunnan mat. Umráðandi er, at tú hevur alsk til góða matgerð og hevur hug at gera sunnan, leskiligan og vælsmakkandi mat, har bæði eygu og likam fáa sítt.

Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak bæði við matgerð og í mun til reingerð. Eisini er umráðandi, at tú ert blídlig/ur og fyrikomandi.

Eisini er umráðandi, at tú hevur hug til og ger tær ómak við reingerðini í køkinum og kantinuni, soleiðis, at tú ert við til at halda reinførisstøðið eftir nærri ásetingum.

Góð uppmøting er ein sjálvfylgja í tínari verð.

Um tú hevur arbeiðsroyndir innan matgerð og reingerð, er tað avgjørt ein fyrimunur.

Uppgávur
Í kantinuni eru tit tvey starvsfólk, so tú fært upplæring í uppgávunum. Uppgávurnar eru at gera morgunmat og eina máltíð á middegi til starvsfólkini á Landavegnum. Tað kann koma fyri, tá SEV hevur gestir uttanífrá, at matur skal gerast ella fyriskipast í hesum sambandi. Umframt at matgera,  ruddar tú av eftir máltíðunum og heldur køk og matarhølið reint.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8-16. Tað kann tó koma fyri, at  onkur hissini uppgáva er uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Løn
Talan er um fastlønt starv sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Margrethu Otthamar, toymisleiðari fyri fyrisitingartoyminum á tel: 225620.

Umsóknin
Umsóknarfreistin er mánadagin 28. februar 2022, og umsóknin skal sendast til:

T-postur: starv@sev.fo

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið