SP/F Elding
Útgivið
5. marts 2024
Útgongur
10. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir einum kreativum marknaðarfólki til at arbeiða fulla tíð.

Ein stórur partur av arbeiðnum er at framleiða bæði grafiskt og video tilfar til sosialu miðlarnar, serliga Facebook, Instagram, YouTube og TikTok. Royndir og tekniskir førleikar innan hetta øki eru tískil eitt krav.

Vit vænta eisini, at tú hevur stóran áhugað fyri sosialum miðlum, og dugir at meta um hvat riggar og ikki á teimum ymsu pallunum.
Harafturat fevnir starvið um ymsar fjølbroyttar uppgávur í samband við okkara nethandil.

Arbeiðsuppgávur:

  • Framleiðsla av grafiskum tilfari
  • Video framleiðsla
  • Umsitan av sosialum miðlum
  • Avgreiða og pakka bíleggingar
  • Bíleggja vørur
  • Samskifti við kundar umvegis kjatt og telefon
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú

  • Hevur royndir innan grafiska sniðgeving, video framleiðslu og talgilda marknaðarføring
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Dugir væl at orða teg bæði í talu og skrift
  • Ert búgvin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um tú

  • Hevur viðkomandi útbúgving
  • Hevur royndir frá líknandi starvi

Viðkomandi, sum verður settur í starvi, fær eina umfatandi upplæring í okkara skipanum og mannagongdum.
Starvsstaðurin er á okkara snotiligu kontórum á Hoyvíksvegi 65 í Havn. Arbeiðstíðin er frá kl. 09:00 til 17:00.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo

Umsókn saman við møguligum avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til herman@elding.fo

Freistin at søkja er sunnudagin 10. mars á midnátt.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið