Tórshavnar kommuna
Útgivið
19. marts 2024
Útgongur
2. april 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Ert tú tann vit sóknast eftir?

Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til húsfólk á eldrabústovni, so er tað sannlíkt tær, vit sóknast eftir.

Eldrasambýlið oman Hoydalar og oman Mattalág

Á eldrasambýlinum oman Hoydalar húsast 9 fólk og á eldrasambýlinum oman Mattalág húsast 8 fólk. Mattalág er eitt eldrasambýlið har primera fokusøki er minnissvinn, og oman Hoydalar er eitt eldrasambýlið, har primera fokusøki er røktartørvur. Á heiminum báðum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálparar. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast.

Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir saman við húsfólkunum.

Vit ynskja ein deildarleiðara sum bæði kann virka fyri fyrisitingarligari, starvsfólkaligari og fakligari dygd og fyri trivnaði hjá húsfólkum og avvarðandi, og fyri góðum arbeiðsumhvørvi fyri okkara starvsfólkum. Tú ert væl skipað, kanst gera neyðugar raðfestingar og varðveita yvirlitið í gerandisdegnum. Tú hevur áræði, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássi.

Sum deildarleiðari vísir tú til eindarleiðaran, og gerst partur av deildarleiðarahópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni sum telur 18 fólk.

Eisini mást tú tola broytingar í starvinum.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144195

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið