Lýsing
Vit sóknast eftir deildarleiðara til ergoterapeutiska partin av okkara fysio- og ergoterapieind, Ven og Virka, frá 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv. Er ynski um tað, ber til at gera avtalu um lægri brøk, tó ikki minni enn 0,8.
Um starvið
Sum deildarleiðari fert tú bæði at hava dagligu leiðsluna av ergoterapeutiska partinum í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) um hendi, eins og at ganga á odda í útinnanini av ergoterapi.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at tryggja dygd og menning av ergoterapeutiska partinum av Ven og Virka og í einum tvørfakligum toymi.
Arbeiðsuppgávur
- Arbeiða fyri einum góðum samstarvi við allar eindir í NBH
- Kanna, greina og meta um ADL-førleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk
- Stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar í gerandisdegnum
- Vera partur av rehabiliteringstoyminum
- Hava ábyrgd av hjálpartólaøkinum
- Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í fysio- og ergoterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.
Royndir innan ergoterapi og leiðslu eru ein fyrimunur.
Vit vænta, at tú:
- Hevur góð samskiftisevni
- Dugir sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið
- Hevur vilja og evni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi
- Ert fleksibul og virkisfús/-ur
- Hevur áhuga í framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á heilsuframa, fyribyrging og rehabilitering.
Mál okkara er at stuðla eldri borgarum í at búleikast heima sum longst og megna sín gerandisdag út frá egnum ynskjum og tørvum.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hetta sæst aftur í góðum møguleikum fyri fakligari menning.
Tú kanst lesa meira um visjónina hjá NBH á:
https://nbh.fo/nbh/
Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum hjá Ven og Virka eftir ávísari skipan.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til:
- Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri
- Tel. 793401
- T-postur: marnae@nbh.fo
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning v.m. skal sendast til:
nbh@nbh.fo
ella
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreistin er 18. juni 2026.