Lýsing
Vilt tú gerast partur av okkara dugnaliga toymi?
KROSSTEIN søkir eftir einum álítandi og arbeiðssomum goymslufólki til okkara goymslu á Falkavegi 6 í Tórshavn.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú verður partur av einum virknum arbeiðsplássi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og góðum starvsfelagum.
Arbeiðsuppgávur
Tú kemur millum annað at arbeiða við:
- Móttøku og skráseting av vørum
- Pakking og útlevering av vørum
- Koyring við trukki
- At halda skil á goymsluni
- Uppteljing og eftirlit av vørulagri
- Kundatænastu og vegleiðing
Vit vænta, at tú
- Ert álítandi og arbeiðssom/-samur
- Hevur gott arbeiðslag og dugir at arbeiða skipað
- Ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Trívist við kropsligum arbeiði
Vit bjóða
- Eitt spennandi fulltíðarstarv
- Ein fjølbroyttan og virknan arbeiðsdag
- Góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
- Løn eftir avtalu
Royndir frá líknandi arbeiði og trukkføraraprógv eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 10. juni 2026.
Hevur starvið tín áhuga, send tína umsókn til:
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Kristian Krosstein
Rakstrarleiðari
Tlf. 294602