Lýsing
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið dámar væl at fáast við matgerð, og samstundis hevur hug at starvast við kundatænastu. Tín fremsta uppgáva á Krásadeildini er at avgreiða og hjálpa kundum, og harafturat hjálpa við at fylla diskarnar við alskyns lekkrum krásavørum.
Vit leita eftir tær, ið er tænastusinnað/ur, dygdartilvin og gongur høgt upp í reinføri. Harafturat ynskja vit, at tú kanst samskifta á føroyskum.
Arbeiðstíðin er áleið 35 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag og onkran leygardag.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú seta teg í samband við Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432. Tú søkir starvið umvegis leinkjuna í høgru síðu.