Landsverk
Útgivið
5. marts 2024
Útgongur
20. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug og hegni at arbeiða við umvæling og viðlíkahaldi av alskyns el-útbúnaði? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Okkum tørvar ein dugnaligan og álítandi elektrikara til Virkisdeildina.

Arbeiðsuppgávur
Hetta er eitt sjálvstøðugt starv, har tú – umvegis formannin - fært tillutað uppgávur innan viðlíkahald og umvæling av el-útbúnaði. Talan kann vera um útbúnað í skervframleiðsluni í Hundsarabotni og Hústoft, og asfaltframleiðsluni á Sundi, umframt el-umvælingar og mekaniskar umvælingar av entreprenørmaskinum og øðrum. Eisini kanst tú rokna við arbeiðsuppgávum á t.d. ferjulegum og tyrlupallum.

Tú fert at samstarva við fólk kring alt landið, tí tú fert at veita tænastur til alla Virkisdeildina

Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin elektrikari ella maskinist, við viðkomandi royndum á el-fakinum og hevur gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó er tað ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur ert tú ágrýtin og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar uppgávur.

Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/ur og álítandi og megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við nógvar ymiskar fakbólkar.

Tú verður lærdur upp og settur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiði.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávnunum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars, eru sambært sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Fasti arbeiðsstaðurin er á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, men arbeiðsøkið fevnir um alt økið hjá Virkisdeildini.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum, umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 20. mars 2024.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðari fyri maskinumsiting, á tlf. 290 725 ella á teldupost alma@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið