Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. august 2023
Útgongur
31. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikara. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv, við starvsbyrjan 01.10.2023 ella eftir avtalu.

Um starvið
Menningin innan tekniska økið á Landssjúkrahúsinum er seinastu árini ment nógv, so talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt starv.

Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Harumframt fert tú, saman við øðrum, at at umsita lykla skipanina Salto, framleiða lyklakortini og geva neyðug loyvi.

Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DALUX og KNX.

Í starvinum ert tú partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 6. hvørja viku.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
  • El-innleggingar og umvælingar
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum elektrikari
  • Góðan telduførleika

Vit vænta, at tú:

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða:
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú skalt trívast í einum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum, og fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum. Syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið ella Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, tlf. 234539 t-post saebni@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 31.08.2023.

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið