Lýsing
Tú kemur at starvast á Fiskavælferðardeildini, ið fæst við tænastum til vinnuna og granskingarverkætlanum. Høvuðsuppgáva okkara er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar, har vit eru úti á øllum aliringum í Føroyum í minsta lagi aðruhvørja viku. Tá ið teljast skal í Suðuroy, inniber hetta gisting á oynni.
Førleikar
- Lívfrøðiligt skil
- Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki
- Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja til rættis
- Áhuga/ur at savna inn dáta og vitan
- Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd
- Góð eygu
- Góða sjónatúr
- Koyrikort
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært teimum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Vilt tú vita meira um starvið?
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Unn V. Johannesen, samskipara á fiskavælferðardeildini, á tlf. 774720 ella á t-post unn@firum.fo
Umsókn
Umsókn við møguligum prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til starv@firum.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Freist
Umsóknir skal vera Firum í hendi í seinasta lagi 17. mai 2026.
Um Firum
P/F Firum er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Firum er ein granskingarfyritøka og visjónin er ‘Vitan til varandi aling’. Í dag heldur Firum til við Áir og á iNOVA í Tórshavn. Eftir summarferiuna verður alt virksemi hjá Firum savnað í Hósvík. Í Hósvík verða fysisku umstøðurnar munandi betri, eins og møguleikar verður at fara undir nýggjar granskingarverkætlanir. Tað starvast í dag umleið 25 fólk á Firum.