Gjaldstovan
Útgivið
29. april 2026
Útgongur
15. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dugir tú væl at leiða verkætlanir, skipa arbeiðið og koma á mál?

Vit á KT Landsins leita eftir einum, sum kann taka ábyrgd av og handfara kt verkætlanir meistarliga í øllum støddum. Hjá okkum fært tú ein fjølbroyttan arbeiðsdag, har verkætlanirnar spenna víða tvørtur um virkisøkini hjá KT Landsins.

Uppgávan
Fremsti lutur tín verður at stýra verkætlanum hjá KT Landsins. Tað er neyðugt, at tú hevur góðar kt førleikar og fatan, tí verkætlanirnar krevja gott tøkniligt innlit. Tú fert at samskipa og samskifta nógv við okkara kundar, sum eru stovnar og skúlar í sambandi við verkætlanirnar.

Talan er í høvuðsheitum um hesar uppgávur:

  • Leiða verkætlanir og stýra teimum: Tú ert við at orða verkætlanargrundarlagið og stendur á odda fyri verkætlanartoyminum. Tú leggur ætlanir og tryggjar framdrátt, og at tíðar- og fíggjarætlanir halda í mun til avtalaðar uppgávur.
  • Samstarv: Tú tryggjar eitt gott og vælskipað samstarv og samskifti við allar viðkomandi partar í sambandi við verkætlanina.
  • Miðla og skjalfesta: Tú fert at hava nógv samskifti við stovnar og veitarar. Tú skipar fyri verkstovum og kunningarfundum og tryggjar skjalfesting av tilgongdini.
  • Tú fert eisini at røkja nakrar uppgávur hjá 2. level hjá KT Landsins.

Verkætlanirnar eru ymiskar í vavi og sum dømi eru:

  • Segmentering av neti
  • Verkætlanir í sambandi við tænastur og kt loysnir hjá KT Landsins
  • Innlima stovnar í Landsnet
  • Størri uppgávur í sambandi við journalskipanina Skjalhald
  • Aðrar fyrifallandi verkætlanir og uppgávur.

Um teg
Tú hevur royndir at standa fyri umfatandi verkætlanum og hevur arbeitt við grundleggjandi leiðsluamboðum innan verkætlanarleiðslu. Tú hevur viðkomandi útbúgving. Tú hevur góða heildarfatan av kt og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Tú mást duga væl at skriva og orða teg á føroyskum.

Tað er umráðandi, at tú arbeiðir skipað og hevur góð samstarvsevni. Tú ert ágrýtin, arbeiðir miðvíst, dugir væl við fólki og hevur evni og hegni til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir innan servaratøkni og net.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.

Umsóknarfreistin er 15. mai í 2026
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “KT verkætlanarleiðari til KT Landsins”. Hevur tú spurningar um starvið? Set teg í samband við Birgir av Steinum, deildarstjóra á 792 499 ella birgir@gjaldstovan.fo

Um okkum
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit – tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í sjey høvuðsøki: KT Landsins, KT Trygd, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins, Roknskapur Landsins, Keyp Landsins og Talgildu Føroyar.

Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið