Lýsing
Til handilin á Jónas Broncks gøtu leita vit eftir einum starvsfólki at arbeiða 30-35 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.
Ert tú álítandi, smílandi og arbeiðssom/samur? So er tú kanska starvsfelagin vit leita eftir í Mylnuni. Hvønn dag fáa vit lekkrar vørur frá bakarínum, og leggja vit stóran dent á at vísa hesar fram á bestan hátt. Gott handverk og góð tænasta gongur hond í hond í handlum okkara. Tí er tað eisini sera umráðandi, at okkara starvsfólk eru fryntlig at heita á.
Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.
Starvið verður sett við byrjan 1. juni ella eftir avtalu.
Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Jónas Broncks, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093.