Hiddenfjord
Útgivið
30. april 2024
Útgongur
13. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Av tí at virksemið á smoltstøðini alsamt veksur, hava vit tørv á fleiri fiskarøktarum. Tú verður partur av einum stórum toymi av dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndum við aling.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

  • røkta fiskin
  • tryggja, at fiskurin trívist væl
  • tryggja, at vatnið er gott
  • ymist fyrifallandi arbeiði

Vit krevja onga ávísa útbúgving ella royndir. Vit læra teg upp.

 

Vit vænta tó, at:

  • tú ert røkin og álítandi
  • tú ert arbeiðssom/-samur
  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • tær dámar at loysa uppgávur
  • tú ert áhugað/ur at arbeiða við djórum

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 til 16. Yvirtíð kann koma fyri.

Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

  • góð og skipað arbeiðskor
  • tíðarhóskandi amboð og útgerð
  • eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
  • persónliga og fakliga førleikamenning
  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Niels Andreasen, framleiðsluleiðara, 220355, niels.andreasen@hiddenfjord.com ella Petur Skeel Dahl, rakstrarlei ara, 210135, petur.dahl@hiddenfjord.com.

Umsóknir verða sendar starv@hiddenfjord.com í seinasta lagi 13. mai 2024. Starvið verður sett sum skjótast ella  ftir nærri avtalu.

Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevu  í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, av teimum eru 15 fiskarøktarar. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið