Bakkafrost
Útgivið
2. maj 2023
Útgongur
15. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Spennandi starv sum fiskarøktari á lívfiskastøðini við Áir er nú leyst at søkja. Á lívfiskastøðini við Áir arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost. Vit kanna eisini mótstøðuførið hjá føroyska laksinum mótvegis ymiskum sjúkum.

Sum fiskarøktari verður tú partur av einum toymi, sum er mannað við fiskarøktarum, lívfrøðingum og maskinfólki, sum ganga høgt uppí kynsbótaarbeiði og virka fyri at framleiða fyrsta floks rogn.

Uppgávurnar í starvinum eru m.a.

  • at røkta fiskin
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðskuni
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8.00 - 16.00. Vit hava eina vaktarskipan og aftaná tíð við upplæring kann tað gerast møguligt at blíva partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd
Tú ert ágrýtin, álítandi og tekur við ábyrgd. Tú trívist í einum tvørfakligum toymissamstarvi har tað er týdningarmikið, at mannagongdir verða fylgdar. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá smoltaling, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið