Almannaverkið
Útgivið
1. maj 2024
Útgongur
14. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Talan er um fleiri størv 40 tímar um vikuna í sambandi við uppnormering av starvsfólkum. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Eisini verður søkt eftir fólkum at avloysa í sambandi við feriu, avspáking, sjúku o.a.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Á stovninum búgva tvey ung fólk, sum hava tørv á sernámsfrøðiligari viðgerð og umsorgan í einum tryggum og væl skipaðum umhvørvi. Fremsta uppgávan er at skilja og samskifta við ungu fólkini. Starvsfólkatoymið bjóðar teimum upplivingar og arbeiðir miðvíst við at menna sosialu førleikarnar hjá teimum, so tey kunnu fáa eitt so gevandi og innihaldsríkt lív, sum til ber. Uppgávan er eisini at stuðla teimum í sambandi við persónliga røkt.

Við neyðuga stuðlinum og umsorganini fáa ungu fólkini ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Arbeitt verður í stóran mun sjálvstøðugt, har hvørt starvsfólk hevur stóra ávirkan á gerandisdagin. Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum eru á stovninum, og við strukturi, har tað í tí dagliga verður nýtt boardmaker. Har afturat brúka vit náttúruna, low arousal og massagu. Síðumansupplæring verður veitt.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið