Havstovan
Útgivið
27. april 2023
Útgongur
11. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið sum fiskifrøðingur er fjølbroytt og spennandi.

Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Arbeiðsøkið er:
– Gera kanningar við Jákup Sverra, har útbreiðsla, lívfrøði og vistfrøði hjá botnfiski verður kannað.
– Gera stovnsmetingar av botnfiskasløgum.
– Greina og skriva frágreiðingar.
– Verða við í verkætlanum.
– Ráðgeva vinnu og myndugleikum.

Setanartreytir
Ert tú lívfrøðingur, havfrøðingur ella líknandi frá hægri lærustovni, hevur góð evni at samstarva og hevur hugin til fiskirannsóknir, so ert tú tann rætti fyri okkum. Umsøkjarar sum hava royndir at arbeiða við
fiskifrøði hava fyrimun.

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Farloyvisstarvið er í eitt hálvt ár og starvsbyrjan er 1. juni 2023.

Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal verða Havstovuni í hendi í seinasta lagi 10. mai 2023.

Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna á starv@hav.fo.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið