Fiskiveiðieftirlitið
Útgivið
4. maj 2023
Útgongur
8. maj 2023
Staður
Yviri við Strond 3, Postrúm 1238, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
journal@vorn.fo

Lýsing

Tvey størv sum eftirlitsfólk á landi verða hervið lýst leys at søkja.

Um starvið
Starvið sum eftirlitsfólk fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Eftirlit við landingum, avreiðingum og umskipingum í Føroyum.
  • At luttaka í øðrum eftirlitsarbeiði, ið tengt er at fiskivinnulóggavuni. Eisini saman við øðrum eftirlitsstovnum.
  • At luttaka í eftirlitsarbeiði saman við útlendskum myndugleikum samsvarandi avtalum um millumtjóða eftirlitssamstarv.
  • At luttaka í dagliga arbeiðinum á skrivstovuni.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og tann, ið settur verður, skal tola, at arbeiðstíðin verður tillagað arbeiðsuppgávuni. Eftirlitsarbeiðið gongur fyri seg um alt landið, og tí kann væntast nakað av ferðing í samband við arbeiðið.

Førleikar:

  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli, bæði í skrift og talu.
  • Tú skal hava góð samstarvsevni, og hava evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Royndir innan líknandi eftirlitsarbeiði.
  • Koyrikort til persónbil.
  • Góðan telduførleika

Fiskivinnuútbúgving, ella onnur líknandi útbúgving, er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt sambært lønarflokki V.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið.

Tann, ið verður settur, eigur at tola broytingar í starvinum, um so er, at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 08. mai 2023 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 TórshavnElla sum teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóhan Simonsen, deildarstjóra ella Lis Magnussen, leiðsluskrivara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið