Atlantic Airways
Útgivið
22. juni 2023
Útgongur
10. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær at fáast við framkomna tøkni, og kundi tú hugsað tær at verðið partur av toyminum, sum tryggjar, at okkara flog­før og tyrlur altíð eru til reiðar at fara á flog? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Sum flogteknikari hjá Atlantic Airways fært tú møguleikan at royna teg í avbjóðandi og spennandi starvi í dynamiskari fyritøku. Saman við restini av toyminum verður tað tín uppgáva á professionellan hátt at halda høgu krøvini, tænastuna og væntanirnar, sum verða sett Atlantic Airways.

Starvið
Tú verður partur av deildini Part 145. Uppgávan verður fyrst og fremst at viðlíkahalda flogfør "fixed and rotary" og síðan eisini at taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum í Hangarinum.

Atlantic Airways syrgir fyri, at tú fært neyðugu skeiðini og undirvísingina, sum fer fram í Føroyum og uttanlands.

Um teg

  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur B1 og/ella B2 við hesum góðkenningum: A320 (CFM56/CFM LEAP-1A) og/ella AW 139 (PT6)
  • Tú skilur tekniskar mannagongdir
  • Málsliga ert tú væl fyri í føroyskum og enskum
  • Tú ert fyrikomandi, álítandi og arbeiðir miðvíst og professionelt
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ágrýtin og hevur góð samstarvsevnir
  • Tú ert krops- og sálarliga væl fyri.
  • Tú ert broytilig/ur (fleksibul)
  • Tú hevur reina revsiváttan

Arbeiðsstaður
Starvsstaðurin er í Hangarinum á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir verða ásett eftir sáttmálanum hjá Føroya Flogteknikarafelag.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli 2023. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú hug at søkja starvið, trýst her.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara í Part 145, tel. 213 785, t-post: richard@atlantic.fo, ella Elina Sigvardsen, HR eiðara, tel. 213 702, t-post: elin@atlantic.fo.

Leinkja til lýsingina á okkara heimasíðu er her.

Leinkja til umsóknarskjal er her.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið